Innanlands

Hvannasundstunnilin skotin ígjøgnum týsdagin

Hátíðarhald verður omanfyri Norðtoftir týsdagin klokkan 14

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2022-11-11 16:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at gera tunlarnar norð um Fjall gongur við rúkandi ferð. 

Týsdagin í hesari vikuni var 1900 metrar langi Árnafjarðartunnilin skotin ígjøgnum, og týsdagin í næstu viku verður seinasta skotið í 2200 metra langa Hvannasundstunlinum.

Tiltakið verður omanfyri Norðtoftir klokkan 14 týsdagin.

Sigurd L. Lamhauge fer at bjóða vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani fara Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu og 

Marita Sumberg, borgarstjóri í Viðareiðis at bera fram røður. Eisini verða tónleikainnsløg. 

Til seinast fara Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið eru elstu borgarar í Hvannasunds og Árnafjarðar kommunu, at lata síðsta skotið av.  

Hvannasundstunnilin er millum Árnafjørð og Norðtoftir, og Árnafjarðartunnilin er millum Árnafjørð og Ánirnar.

Tunlarnir fara at kosta 522 mió. kr. og verða væntandi lidnir á heysti í 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder