2021-03-22 15:11

Orsakað av tunnilsarbeiði, verður Hvannasundstunnilin stongdur komandi næturnar.
Landsverk boðar frá, at tunnilin verður stongdur í kvøld, týskvøldið og mikukvøldið millum klokkan tíggju um kvøldið og seks um morgunin.
Bilar sleppa ígjøgnum á midnátt, klokkan tvey og klokkan fýra. Tó sleppa akfør í neyðsynjarørindum altíð ígjøgnum tunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald