Klokkan 02 føroyska tíð komandi nátt byrjar áttanda hoyringin um álopið á amerikonsku Kongressina tann 6. januar 2021. Tá fer Kanningarnevndin at hoyra fleiri nýggj vitni, sum fara at tosa um tað, sum hendi teir 187 minuttirnar álopið á Kongressina vardi og hvat táverandi forsetin Donald Trump segði og gjørdi í hesum sambandi.
Hoyringarnar higartil hava allar havt til endamál at kunna amerikanska almenningin um, hvat veruliga hendi rundan um álopið á Kongressina og hvør leikluturin hjá Donald Trump, táverandi forseta var.
Reyði tráðurin higartil er tann, at tað var Trump sjálvur, sum tók stig til og hevði alla ábyrgdina av hendingunum henda søguliga dagin - og ikki minst at hava lagt brenni á bálið við sínum lygnum og valdseyggjandi røðum til hesa eina ta mest ógvusligu hending í amerikanski nýggari søgu.
Kanningarnevndin, sum hevur brúkt meira enn eitt ár til sítt arbeiði, hevur enn ikki endaliga avgjørt, um tað vera fleiri hoyringar, men tað ljóðar, sambært Washington Post, at tað verða ein ella helst tvær hoyringar aftrat. Harumframt fer nevndin longu í septmber at geva út eina fyribils frágreiðing um málið við grundarlag í hoyringunum. Síðani verður roknað við eini endaligari frágreiðing innan miðvalini í USA 4. november.
Í hoyringini komandi nátt fara tveir av næstu medarbeiðarum Trumps at vitna. Tey fara m.a. at greiða frá, at sjálvt dagin eftir álopið, og tá hansara næstu ráðgevar bóðu hann tala til tjóðina og vísa aftur harðskapi, stóð nógv á honum at gera tað. Hann vildi rætt og slætt ikki leggja ábyrgdina av álopinum á uppreistrarfólkini, sum vóru hansara egnu stuðlar men kallaði tey heldur fyri patriotar. Hann valdi eisini at nokta fyri at siga, at valið varð av, og at hann hevði tapt.
Ikki einans noktaði Trump fyri at greiða sínum stuðlum frá, at teirra gerðir vóru skeivar, hann letst ikki um vón, meðan hann sat og frøddi seg um myndirnar í sjónvarpi frá álopinum.
Tað var við stórari mótstøðu, at hann loksins gekk við til at fordøma álopið so seint sum kvøldið eftir tann 7. januar - tá hann mátti ásanna, at roynd hansara at broyta valúrslitið var miseydnað, og eftir at stuðlar hansara høvdu sagt honum, at limir í hansara egnu stjórn høvdu í kvittanum at seta í gildi 25. ískoytisgreinina í Grundlógini til tess at koyra hann frá.
Hetta og mangt annað verður á skránni til hoyringina í nátt, sum Elaina Lurita, demokratiskur umboðslimur, fer at standa fyri saman við sínum republikanska starvsfelaga Adam Kinzinger.
Hoyringin skilst fer at snúgva seg nógv um avgerðina hjá Trump als einki at fyritaka sær, tá álopið á Kongressina fór fram. Í 187 minuttir valdi forsetin at fylgja sínum stuðlum á sjónvarpsskíggjanum leypa á Kongressina og vísti aftur øllum royndum frá hansara næsta umhvørvi at steðga hesum. Ikki fyrr enn hann varð vorðin sannførdur um, at varaforsetin Mike Pence ikki vildi gera eftir hansara boðum og sýta fyri at góðkenna valúrslitið, valdi Trump á morgni dagin eftir at heita á sínar stuðlar um at bera seg friðaliga at og fara til hús, sambært vitnunum.
Hoyringin fer so eisini at fevna um tilfar frá undanfarnum hoyringum við eitt nú ógvusligu røðunum hjá Trump, har hann eggjaði fólki at fara til Washington og steðga góðkenningini av valinum.
Kanningarnevndin, skrivar Washington Post, roynir at leggja fram prógv fyri, at Trump sjálvur ynskti uppreistur, hann hevur ábyrgdina av hesum og hansara óvilji til at steðga álopinum var eitt brot á tey lyfti hann hevði givið sum forseti at halda lógina.
-Tað stendur púra greitt, at Trump vildi hava síni fólk at gera uppreistur og honum dámdi at síggja hetta. Ikki fyrr enn hann ásannaði, at hesin ikki gav úrslit, mælti hann stuðlum sínum til at binda frið og fara til hús. Men tá var tað ov seint sigur Lurita, limur í Kanningarnevndini.Tá var skaðin hendur, fimm fólk vóru deyð og 140 komin til skaða.
Umboð fyri Trump siga tvørturímóti, at allar hoyringarnar hava eittans endamál, sum er at skaða republikanska flokkin til komandi miðvalini og Trump.
Tey bæði høvuðsvitnini í nátt eru Sarah Matthews fyrrverandi varapressuskrivari í Hvítu Húsunum og fyrrverandi varatrygdar ráðgevin Matthew Pottingar. Bæði søgdu tey seg úr størvunum eftir álopið á Kongressbygningin og fara tey í hoyringini at greiða frá, hví tey gjørdu so.
Matthews fer eisini at greiða frá, hvat hendi í Hvítu Húsunum ta løtuna, tá álopið byrjaði og um, hvat Trump visti um álopið. Tað var júst um sama mundið, at hann í einum "tweet” leyp á Mike Pence, varaforseta sín.
Seinasta nýggja í hesum málinum er avdúking av, at Secret Service, amerikanska trygdartænastan skal hava forkomið rúgvu av tilfari frá døgunum rundan um álopið á Kongressina. Hetta er nakað, sum Kanningarnevndin vil hava kannað.
Eisini ljóðar nú, at løgmálaráðið er farið at hyggja nærri at øllum hesum málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald