Mentan

Hvat heldur Kalli gamli um støðuna í dag

Nýggjur verkamannasangur frá Signari í Homrum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-07 14:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sig mær Kalli gamli, sært tú støðuna í dag
Er hon fyri tær ein støða, ið tú hevði forútsæð

Soleiðis ljóðar í nýggjum sangi sum Signar í Homrum hevur givið út í dag. Um orðini ljóða kend, so hevur tú uttan iva hoyrt tað í sanginum um Kalla Katt hjá Kára P.

Sangurin er ein verkfals/verkamannasangur, og tíðin er væl vald, nú arbeiðarafeløgini hava verið í verkfalli í næstan fýra vikur.

Fangandi lagið hevur Jens Marni Hansen gjørt og orðini eigur Signar í Homrum.

Bass, kassaguitar, elguitar og slide, slagverk, kór: Jens Marni Hansen

Hammond orgul: Finnur Hansen

Tikið upp, trummuforritan, ljóðblandað og mastrað: Uni Debess

Sig mær

Sig mær Kalli gamli, sært tú støðuna í dag
Er hon fyri tær ein støða, ið tú hevði forútsæð
Eru korini nógv betri, enn tá stóri kassin datt
Sig mær hvussu tú nú sært uppá, hvussu her er statt

Er nakað broytt í mun til tá tú knossaði og bar
Minnist tú enn vinirnar, ið lossaðu við tær
Tit fingu onkran kaffimunn og onkran lítlan dramm
Men ongan lut í vøkstrinum, ið vegurin er framm.

Eg spáki túr við konuni ímillum tvinni størv
Tey noyðist eg at hava til at nøkta dagsins tørv
Hon hevur stundum at mær, at eg arbeiði ov nógv
Men tað má eg gera, tíðin kennir ikki hógv

Tey siga, at eg fái løn uppá tann eina dag
Tað hjálpir bara onki, tá tú eta skalt í dag
Eg fái títt at vita, at eg kenna skal mítt pláss
Sig mær, um eg eksisteri og eri til bert uppá trods

Eg hevði viljað at eg kendi teg og møtti tær í dag
So nógv ár eru gingin, men alt er við sama lag
Til tey sum hava mikið, skal meira leggjast at
Men sum hjá tær og tínum, savnast vit um sama fat

So sig mær Kalli, tá tú seinast stevndi út á hav
Varð lønin tann, ið lovað varð, tá sólin fór í kav
Tí dagsins strev ei fíggjar minst ein liviligan dag
So sig mær, Kalli gamli, hvat heldur tú um tað


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder