Innanlands

Hvirla tók vørubil av vegnum á Kambsdali

Bilførarin slapp uttan mein, men bilurin fekk stóran skaða

Vevmyndin hjá Landsverki av Kambsdali í morgun vísir, at roknast kann við nógvum vindi

Vevmyndin hjá Landsverki av Kambsdali í morgun vísir, at roknast kann við nógvum vindi

2024-01-30 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nógvur vindur í løtuni, men enn hevur løgreglan ikki tikið ímóti tað nógva av fráboðanum um skaða.

Í gjár var eitt ferðsluóhapp á Kambsdali, sum skyldaðist nógva vindin. Um 13-tíðina tók ein hvirla í ein vørubil, sum kom koyrandi av Varmakeldueiði móti Kambsdali. Hvirlan var so mikið hørð, at bilurin varð slongdur upp á bilverjuna og koppaði oman av vegnum og á eitt seyðahús.

Bilurin fekk fitt av skaða. Einsamalli bilførarin varð kannaður av lækna, men hann hevði ikki fingið mein av hendingini.

Í nátt varð boðað frá, at ein lyktapeli í Árnafirði lá koppaður út á vegin. Ikki er heilt vist, men helst er tað hent orsaka av nógva vindinum. Ikki bara hesin eini pelin var slóknaður, men allir lyktapelarnir fram við vegnum.

Í sambandi við nógva vindin heitur løgreglan á fólk um at ansa eftir, og tryggja leysar lutir og tilfar, ið kunnu vera til ampa ella skaða, um hesi fara á flog.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder