Innanlands

Hvirla tók vøruvognin

Eingin mansskaði tá ferðsluóhapp var á landsvegnum við Kollfjarðartunnilin seinnapartin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-26 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin var eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Kollfjarðartunnilin og rundkoyringina við Kollafjørð.

Tað var ein hvirla sum tók ein størri vøruvogn, og biluri endaði mitt á vegnum á liðuni.

Hetta tarnaði ferðsluni eina løtu til neyðsynjarakfør komu á staðið, og bilurin var fingin upp aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder