Uttanlands

Hvítabjørn fekk stoyt og doyði

Ung hvítabjørn í djóragarðinum í Keypmannahavn beit ein el-kaðal yvir

(Mynd: København Zoo)

(Mynd: København Zoo)

2023-03-08 17:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ung hvítabjørn í djóragarðinum í Keypmannahavn lat lív í gjár eftir at hon hevði fingið ein ravmagnsstoyt.

Tað skrivar dr.dk, ið hevur tíðindini frá heimasíðuni hjá København Zoo.

Hvítabjørnin, ein ung hon, breyt eitt portur upp og fekk atgongd til eitt el-skáp, har hon beit í ein el-kaðal og fekk stoyt, skrivar djóragarðurin.

- Hvítabjarnir eru ógvuliga forvitnar og sterkar. Tað fekk tíverri vanlukkuligar avleiðingar í hesum føri, sigur stjórin á djóragarðinum, Mads Frost Bertelsen við heimasíðuna.

Hann leggur afturat, at tey ikki hava upplivað slíkar vanlukkur fyrr, og at tey tí nú fara at eftirkanna allar installasjónirnar í hvítabjarnagarðinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder