Ein hvítabjørn, sum hevur loypt ótta á fólk í Longyerabyen, høvuðsbýnum á Svalbarð, varð skotin í nátt.
Sýslumaðurin á Svalbarð boðar í tíðindaskrivi frá, at hvítabjørnin varð skotin um fýra tíðina í morgun í Hanaskogdalen.
Manning hjá sýslumanninum hevur fleiri ferðir roynt at reka bjørnina burtur frá bygdum øki, men uttan at tað rættiliga hevur eydnast. Tá so hvítabjørnin út móti midnátt gamlaárskvøld aftur var at síggja nærhendis býin, tók sýslumaðurin avgerð um at avlíva bjørnina.
- Hvítabjørnin varð avlívað, ikki tí at støðan var hættislig, men hesar seinastu dagarnar hevur hon víst serligan atburð við støðugt at leita til bygd øki í Longyearbyen, og hevur sostatt verið til vanda fyri fólk í býnum, sigur Kjerstin Askholt, sýslumaður.
- Vit hava gjørt fleiri royndir at loysa trupulleikan á annan hátt enn at skjóta bjørnina, men tað hevur ikki eydnast. Vit hava ikki manning til at halda eyga við henni allar tímarnar á samdøgrinum, sigur sýslumaðurin sambært Svalbardposten.
Hvítabjørnin varð fyrstu ferð sædd í miðbýnum í Longyearbyen um fimm tíðina annan jólamorgun.
Stórt lið varð kallað út fyri at reka hana út úr býnum. Tyrla varð eisini brúkt fyri at fáa hana so langt burtur sum gjørligt.
Men leygarmorgunin 28. desember var hon aftur at síggja í útjaðaranum av býnum. Enn einaferð varð tyrla tikin í brúk fyri at reka hana burtur, umleið 40 kilometrar burtur frá bygdum øki.
Ætlanin var at doyva hana og flyta hana enn longur við tyrlu, men tað vísti seg, at neyðuga serfrøðin til eina slíka ætlan ikki var til staðar á Svalbarð um jólini. Veðrið versnaði eisini, og gjørdi tað ikki møguligt at flúgva við tyrlu.
Dagin eftir sást bjørnin so aftur við nakrar smáttur í økinum, sum eitur Bjørndalen. Enn einaferð mátti sýslumaðurin við tyrlu út fyri at reka hana burtur.
Tá hon so á nýggjárinum á fjórða sinni aftur var at síggja í býnum, var avgerð tikin um at taka lívið av henni, skrivar Svalbardposten.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald