Hvítarussiski andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaja er dømd 15 ára fongsul.
Hon hevur tó verið í útlegd síðan august 2020 – fyrst í Póllandi og síðani í Litava – og tí varð hon dømd in absentia – undir fráveru, skrivar DR.
Hon tók yvir sum andstøðuleiðari í Hvítarusslandi, eftir at maður hennara, Sergej Tikhanovsky varð handtikin í mai 2020, fáar dagar eftir, at hann hevði boðað frá, at hann ætlaði at stilla upp til forsetavalið. Árið fekk hann 18 ára fongsulsrevsing.
Tikhanovskaja stillaði upp á forsetavalinum í hansara stað, og fekk hon, sambært almennu tølunum, 10 prosent av atkvøðunum, meðan sitandi forsetin, Aleksandr Lukasjenko fekk 81 prosent. Tikhanovskaja vildi tó vera við, at hon vann valið við millum 60 og 70 prosent av atkvøðunum, og varð skipað fyri stórum mótmælum í Hvítarusslandi eftir valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald