Uttanlands

Hvítarussiskur andstøðupolitikari afturhildin í Minsk

Maria Kolesnikova er ein av trimum kvinnum, sum síðan forsetavalið 9. august hava myndað andstøðuna í Hvítarusslandi – Hví hon varð afturhildin av løgreglufólkum er ógreitt

Maria Kolesnikova (Mynd: EPA)

Maria Kolesnikova (Mynd: EPA)

2020-09-07 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvítarussiski andstøðupolitikarin Maria Kolesnikova varð í dag afturhildin av ókendum monnum í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk.

Tað skrivar Politiken, ið endurgevur fleiri hvítarussiskar miðlar og tíðindafólk.

Maria Kolesnikova varð í morgun steðgað á gøtuni og afturhildin av løgreglumonnum í sivilklæðum, sum fluttu hana burtur í einum vørubili.

Maria Kolesnikova er ein av trimum kvinnum, sum síðan forsetavalið 9. august hava myndað andstøðuna í landinum. Hon er tó tann einasta, sum er eftir í Hvítarusslandi.

[object Object]
Veronica Tsepkalo, Svetlana Tikhanovskaja og Maria Kolesnikova (Mynd: EPA)

Hinar báðar, Svetlanda Tikhanovskaja og Veronica Tsepkalo, eru rýmdar úr landinum til ávikavíst Litava og Pólland.

Í farnu viku boðaði Maria Kolesnikova frá, at hon hevði verið við til at stovna ein nýggjan flokk, sum skal síggjast sum ein mótstøðuflokkur móti  Aleksandr Lukasjenko, sum hevur verið forseti seinastu 26 árini.

Enn er ógreitt, hví Maria Kolesnikova er vorðin afturhildin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder