Uttanlands

Hvítarussland 20 fangar náðaðir

Forsetin í Hvítarusslandi hevur náðað 20 fangum, sum vóru dømdir fyri ekstremismu

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi (Mynd: EPA)

2024-12-28 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aleksandr Lukasjenko, forseti í Hvítarusslandi, hevur náðað 20 fangum, sum eru dømdir fyri ekstremismu, skrivar hvítarussiska tíðindastovan Belta.

Allir 20 fangar hava angrað gerðir sínar og hava søkt um náði. Millum teirra vóru 14 við kroniskum sjúkum, og 11 kvinnur. 10 av fangunum hava børn.

Innlendismálaráðið í Hvítarusslandi fer at halda eyga við fangunum fyri at tryggja, at teir ikki fremja fleiri lógarbrot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder