Uttanlands

Hvítarussland: Átta ára fongsul til ungan journalist

Roman Protasevitj, sum fyri tveimum árum síðani varð hálaður úr einum Ryanair-flogfari, sum varð tvungið at millumlenda í Minsk, hevur fingið átta ára fongsulsrevsing

Roman Protasevitj (Mynd: Reuters)

Roman Protasevitj (Mynd: Reuters)

2023-05-03 15:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

23. mai 2021 var Roman Protasevitj, ein ungur journalistur og andstøðustríðsmaður úr Hvítarusslandi, hálaður úr einum flogfari hjá Ryanair, sum ávegis til Vilnius úr Athen, varð tvungið at millumlenda í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk.

Síðan handtøkuna fyri tveimum árum síðani, hevur hann sitið í varðhaldi, og í dag fekk hann ein átta ára langan fongsulsdóm.

Hann er dømdur fyri fleiri lógarbrot í sambandi við starvið sum redaktørur á miðlinum Nexta, sum hevur verið atfinningarsamur móti stjórnini. Hann varð m.a. ákærdur fyri at hava skipað fyri mótmælum og fyri at hava heitt á onnur um at seta í gildi revsitiltøk móti Hvítarusslandi, skriva fleiri miðlar í dag.

Áðrenn hann varð handtikin búði hann í útlegd. Tann í dag 27 ára gamli Protasevitj hevur verið sera atfinningarsamur móti hvítarussiska stýrinum, síðan hann fyrstu ferð varð handtikin sum 17 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder