Hvítarussiska verjumálaráðið upplýsir, at beint undir 9000 hermenn verða sendir til Hvítarusslands fyri at verja hvítarussisku landamørkini.
Úr hvítarussiska verjumálaráðnum verður sagt, at teir fyrstu hermenninar eru komnir, og fer tað at taka nakrar dagar at fáa allar uppá pláss.
Tað var í farnu viku, at hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko segði, at hvítarussiskir hermenn fóru at verða sendir út at verja markið til Ukraina saman við russiskum herdeildum. Orsøkin er hóttanir frá Ukraina og vesturheiminum, sigur hann sambært Reuters.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj segði í sambandi við ein G7-fund týsdagin, at Russland roynir at fáa Hvítarussland uppí kríggið, og eiga altjóða eygleiðarar at verða sendir út til markið millum Ukraina og Hvítarussland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald