Uttanlands

Hvítarussland: Fyrrverandi forsetavalevni handtikin

40 ára gamli Andrej Dmitrijev er bert tað seinasta av fleiri valevnum, sum eru handtikin í Hvítarusslandi

Her síggjast stuðulsfólk hjá Dmitrijev við einari av valplakatum hansara í Minsk (Mynd: EPA)

Her síggjast stuðulsfólk hjá Dmitrijev við einari av valplakatum hansara í Minsk (Mynd: EPA)

2021-08-13 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Andrej Dmitrijev, eitt av valevnunum á forsetavalinum í Hvítarusslandi í fjør, er vorðin handtikin, upplýsir mannarættindafelagsskapurin Viasna.

Ógreitt er, hvør ørsøkin til handtøkuna er, og tað er heldur ikki greitt, um tað er løgreglan ella ein annar myndugleiki, sum hevur hann í varðhaldi, skrivar Ritzau.

40 ára gamli Dmitrijev var ein av fimm valevnum, sum stillaðu upp til umstrídda forsetavalið í Hvítarusslandi í august 2020.

Fyri góðum mánað síðani, var eitt annað valevni, Viktor Babariko dømdur 14 ára fongsulsrevsing í Hvítarusslandi. Hann varð handtikin fáar vikur undan valinum í fjør, og herfyri varð hann funnin sekur í ákærur um hvítvask, mutur og skattasvik. Hann noktaði seg sekan.

Eitt triðja valevni, Sergej Tikhanovskij, varð eisini handtikin áðrenn valið, og situr hann enn í fongsli. Kona hansara, Svetlanda Tikhanovskaja tók yvir sum valevni. Hon er síðani rýmd úr landinum fyri at sleppa undan handtøku, og stýrir hon nú andstøðuna úr grannalandinum Litava.

Bæði stríðsfólk og politiskir eygleiðarar halda, at Svetlana Tikhanovskaja var rætti vinnarin av forsetavalinum, men Aleksandr Lukasjenko, sum hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðan 1994, vil vera við, at hann vann valið við 80 prosent av atkvøðunum.

Stýrið hjá Lukasjenko hevur sligið hart niður á mótmælisfólkini, sum gjørdu vart við sína ónøgd í fleiri mánaðir eftir valið. ES viðurkennir ikki longur Lukasjenko sum forseta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder