Í gjár stongdi Hvítarussland markið til Ukraina. Orsøkin er, at vápn er smuglað yvirum markið úr Ukraina við tí endamáli at koyra Aleksandr Lukasjenko forseta frá, verður sagt.
– Stórar nøgdir av vápnum koma til Hvítarusslands úr Ukraina. Tí havi eg givið boð um at steingja markið til Ukraina, sigur Lukasjenko.
Lukasjenko sigur, at vápnini eru fíggjað av Týsklandi, Litava, Póllandi, Ukraina og USA. Sambært Ritzau eru tó eingi prógv fyri hesum.
Amerikanska uttanríksimálaráðið sigur, at hetta er ein roynd at flyta fokus frá kúganini av hvítarussiska fólkinum.
Í vikuni bannaði USA sølu av flogferðaseðlum til og úr Hvítarusslandi í kjalarvørrinum á, at myndugleikarnir í Hvítarusslandi í mai noyddu eitt flogfar hjá Ryanair at lenda í Minsk fyri at handtaka hvítarussiska andstøðustríðsmannin Roman Protasevitj.
Hetta fekk eisini fleiri vesturlendsk lond at seta í verk revsitiltøk móti Hvítarusslandi.
Eisini Ukraina vísir aftur, at tey hava lagt seg uppí innanhýsis viðurskifti í Hvítarusslandi, og er tað hvítarussiska fólkið, sum verður mest ávirkað av avgerðini um at steingja markið, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald