Innanlands

Hvítusunnumøtir í Havn komandi vikuskifti

Komandi vikuskifti bjóðar Meinigheitshúsið í Havn til møtirøð við forkunnugari vitjan úr Danmark – Hans-Ole Bækgaard, formaður í Indre Mission

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-30 17:00 Author image
Innsent
placeholder

Komandi vikuskifti bjóðar Meinigheitshúsið í Havn til møtirøð við forkunnugari vitjan úr Danmark. Tað er formaðurin í Indre Mission í Danmark, Hans-Ole Bækgaard, sum talar á øllum møtunum.

Hans-Ole Bækgaard hevur verið formaður í Indre Mission síðan 2011, og síðan 2019 hevur hetta verið ein fulltíðar tænasta. Áðrenn tað var hann prestur í Aarhus Bykirke.

Komandi vikuskifti er Hvítusunna, og tá minnast vit, hvussu Heilagi Andin kom yvir Jesu lærusveinar. Tí verður hetta eisini evni til møtirøðina: hvør er Heilagi Andin og hvat ger hann. Harafturat verður góður sangur, og aftaná hvørt møti høvi at hugna sær saman aftur við einum góðum drekkamunni.

Skráin sær soleiðis út:

Fríggjakvøldið kl. 19.30 – "Hvat kemur at henda? – Heilaga Andans virki í okkum og í allari kirkjuni"

Hvussu kunnu vit troysta hvønn annan í eini avbjóðandi tíð við fráfalli og gudloysi samstundis sum, at tíðarinnar tekin fortelja okkum, at vit mugu vera vakin, tí Jesus kann koma í dag og heinta sína brúður. Vónin um Jesu afturkomu stendur við dyrnar, eftir at nógv ár eru liðin, síðan hann fór til himmals. –– Tá eg merki á mær og trúgvi, men einki upplivi og síggi! Um ápostlarnar áðrenn og aftaná! Troystin og vónin – bæði millum lærusveinarnar, ígjøgnum kirkjusøguna og ítøkiliga til okkum í dag.

Leygardagin 10.30 – Bíbliutími: "Heilagi Andin – hvør ert tú og hvat vilt tú?”

Leygvarkvøldið kl. 19.30 – "Heilagi Andin – hvussu arbeiðir tú?"

Hesin tema-leygardagur er til at læra Heilaga Andan betur at kenna, so vit kunnu fáa troyst frá honum ígjøgnum boðanina av orðinum, sum hann ger livandi í okkum og í meinigheitini. Men vit mugu kenna Heilaga Andan. Hvør er hann, og hvat vil hann?

Sunnukvøldið kl. 18.00 – "Heilagi Andin, meinigheitin og eg – eitt lív fyri Kristus"

Hvussu kenni eg Heilaga Andan, hvussu verði eg varðveittur í trúnni, hvussu venda aftur við fráfall og synd? Og um heilaga andans mál: at fáa so nógv frelst heim til Jesus.

Meinigheitshúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder