Innanlands

Hvítusunnumøtir í Meinigheitshúsinum um vikuskiftið

Formaðurin í Indre Mission í Danmark, Hans-Ole Bækgaard, talar á øllum møtunum í Tórshavn. Møtir verða fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið og eitt verður leygarmorgunin.

Hans-Ole Bækgaard, prestur og formaður í Indre Mission, talar her til eitt møti í Danmark

Hans-Ole Bækgaard, prestur og formaður í Indre Mission, talar her til eitt møti í Danmark

2022-06-01 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið skipar Meinigheitshúsið í Havn fyri møtirøð, har fýra møtir eru á skránni.

Øll vera við formanninum Tí Indre Mission í Danmark, Hans-Ole Bækgaard. Hann hevur verið formaður í felagskapinum, ið svarar til føroysku Heimamissiónina, síðan 2011, og síðani 2019 hevur hetta verið ein fulltíðar tænasta. Áðrenn tað var hann prestur í Aarhus Bykirke, skrivar trubodin.fo

Tað verður lýst sum hvítusunnumøtir - sunnudagin er fyrsti hvítusunnudagur, og mánadagin er eisini halgidagur og frídagur, 2. hvítusunnudagur

- Komandi vikuskifti er Hvítusunna, og tá minnast vit, hvussu Heilagi Andin kom yvir Jesu lærusveinar. Tí verður hetta eisini evni til møtirøðina: hvør er Heilagi Andin og hvat ger hann. Harafturat verður góður sangur, og aftaná hvørt møti høvi at hugna sær saman aftur við einum góðum drekkamunni.

Hetta skrivar Trúboðin. Á heimasíðuni ber til at síggja alla skránna. Møtir verða fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið og eitt verður leygarmorgunin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder