Innanlands

Hvør eigur vakrasta urtagarð í Klaksvíkar kommunu?

Freistin at melda seg til kappingina er 16. juli, og vinnarin verður avdúkaður í august

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-07-06 20:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú skal vakrasti urtagarður í Klaksvíkar kommunu fyri 2026 finnast, og fólk kunnu melda seg ella ein, sum tey kenna til kappingina.

Ein dómsnevnd kemur at hava eina skoðan í summar - væntandi í viku 30 - og í august verður vinnarin avdúkaður, og vinningur verður latin til besta urtagarð, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Í ómsnevndini sita Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Hans Hjalti Skaale, býargartnari í Klaksvíkar kommunu og ein uttanveltaður serkønur persónur.

Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:

  • Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
  • Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
  • Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
  • Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
  • Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt

Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost [email protected]. Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður. Tey, sum verða innstillað, blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka. Freistin at melda til er 16. juli klokkan 12.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder