Hvør skal verða ársins fyrstihjálpari 2024?
Reyði Krossur sóknast nú eftir uppskotum til, hvør skal heiðrast sum ársins fyrstihjálpari, og øll kunnu senda uppskot inn.
– Ver við til at varpa ljós á týdningin av fyrstuhjálp og heiðra teimum, sum hava gjørt nakað serligt
– Tey, ið eru í uppskoti, skulu í farna árið á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp, skrivar Reyði Krossur Føroya.
Heiðurslønirnar fyri ársins fyrstihjálpari og ársins barnaheiður 2024 verða handaðar á almennum tiltaki í februar 2025, og freistin at senda inn uppskot er 5. februar 2025.
Uppskot kunnu sendast inn umvegis heimasíðuna hjá Reyði Krossi, við telduposti til [email protected], ella við brævi til: Reyði Krossur, Stiðjagøta 6, 100 Tórshavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald