Í døgunum 2. til 6. september verða Vestmannadagar aftur á skránni, og í hesum sambandi letur Vestmanna kommuna aftur ársins herðaklapp.
Ársins herðaklapp verður handað leygarmorgunin 5. september, tá kommunan bjóðar til morgunmat í ítróttahøllini.
Kommunan sóknast tí eftir uppskotum til, hvør eigur at fáa ársins herðaklapp. Talan kann vera um ein persón ella felagsskap, sum hevur skarað framúr og gjørt ein serligan mun til gagns fyri onnur og fyri bygdina.
Øll kunnu senda inn uppskot fram til mánadagin 24. august.
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi persónur ella felagsskapur eigur at fáa heiðurin. Uppskot kunnu latast í postkassan á Bakkavegi 8 ella sendast til [email protected], skrivar kommunan.
Skráin fyri Vestmannadagar verður kungjørd í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald