Innanlands

Hvør skal hava Ársins Sálarheilsuvirðisløn?

Uppskot um, hvør skal heiðrast á altjóða sálarheilsudegnum í ár, kunnu sendast inn til Sinnisbata í seinasta lagi 2. oktober.

Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu sálarheilsuvirðislønina (Mynd: Sinnisbati)

Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu sálarheilsuvirðislønina (Mynd: Sinnisbati)

2026-08-31 18:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á hvørjum ári handar Sinnisbati eina sálarheilsuvirðisløn í sambandi við altjóða sálarheilsudagin 10. oktober, og soleiðis verður eisini í ár.

Í 2025 vóru tað Oddvør Poulsen og Elsebeth Sanna á Krákusteini, sum fingu virðislønina, og Sinnisbati sóknast nú eftir uppskotum til, hvør skal heiðrast í ár.

Endamálið við virðislønini er at heiðra einum persóni, átaki ella felagsskapi, sum hevur varpað ljós á sálarheilsu í ár.

Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak, tiltak ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

– Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á [email protected] í seinasta lagi fríggjadagin 2. oktober. Tað er ein óheft dómsnevnd, sum tekur avgerð, skrivar Sinnisbati.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder