Innanlands

Hvør skal hava ársins sálarheilsuvirðisløn 2022?

Sinnisbati sóknast eftir uppskotum til, hvør skal hava virðislønina í ár, sum verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktober

Katrin Joensen-Næs fekk sálarheilsuvirðislønina á altjóða sálarheilsudegnum í fjør (Mynd: Sinnisbati)

Katrin Joensen-Næs fekk sálarheilsuvirðislønina á altjóða sálarheilsudegnum í fjør (Mynd: Sinnisbati)

2022-09-11 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin tann 10. oktober, fer Sinnisbati aftur at handa eina sálarheilsuvirðisløn til ein ella fleiri, sum hava gjørt okkurt serligt fyri at varpa ljós á sálarheilsu í ár.

Í hesum sambandi sóknast felagið eftir uppskotum til, hvør skal fáa hesa virðisløn.

– Kennir tú onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt átak ella tiltak? Ella onkran, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at bøta um korini hjá fólki við sálarsjúku og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi?

Uppskot kunnu vera ein einstaklingur, bólkur, felag ella stovnur, og øll kunnu senda uppskot inn, skrivar Sinnisbati.

Ein dómsnevnd ger síðani av, útfrá innkomnu uppskotunum, hvør skal fáa virðislønina. Virðislønin verður handað á Altjóða Sálarheilsudegnum hin 10. oktober.
Uppskot kunnu sendast Sinnisbata á [email protected] í seinasta lagi mánadagin 3. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder