Innanlands

Hvør skal hava ársins viðurkenning fyri góða miðling av gransking?

Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2021

Debes H. Christiansen fekk hendan heiðurin í fjør (Mynd: gransking.fo)

Debes H. Christiansen fekk hendan heiðurin í fjør (Mynd: gransking.fo)

2021-07-11 19:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í ár fer Granskingarráðið at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Persónurin verður heiðraður á Vísindavøkuni fríggjadagin 24. september, og Granskingarráðið bjóðar øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2021.

Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinar, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Eisini ber til at senda slóðir til keldurnar.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.

Freistin at senda inn uppskot er 13. september.

Heiðurslønin er áður latin:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen

Les meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder