Granskingarráðið fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt á Vísindavøkuni í Kongshøll fríggjadagin 27. september.
Í hesum sambandi bjóðar Granskingarráðið øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2024.
Talan kann verða um granskara, miðlafólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.
Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.
Seinasta freist at senda uppskot inn er 16. september 2024. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið við telduposti til [email protected].
Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Nevndin er eisini heimilað sjálv at grundgeva fyri uppskotum til móttakarar.
Tey, sum áður hava fingið heiðurin, eru:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen
2023 - Heini í Skorini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald