2023-09-19 17:34
Nýggjastu hagtølini hjá Japan, sum júst eru blivin kunngjørd, vísa at hvør tíggindi japanari nú er 80 ár ella eldri.
Sambært CNN vísa hagtølini eisini, at heili 29,1% av íbúgvarunum eru 65 ár og eldri. Hetta er hægsta talið av eldri borgarum í øllum heiminum.
Í Japan er eldrabyrðan ein stór avbjóðing, tí føðitíttleikin er somikið lágur.
Afturat hesum settu japanarir í síðstu viku met í, at hava flest íbúgvarar, ið hava rundað tey hundrað árini. Beint nú hava heili 92.139 japanarir, sum enn eru livandi, rundað eitt aldaskifti. Hetta skriva The Japan Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald