Innanlands

HVT skal byggja frítíðarstovu og ungdómshús til strandingar

Barnagarðsstovurnar eru fullar og tey í skúlabólkinum fara tí at halda til í frítíðarstovuni

(Mynd: Sjovar.fo)

(Mynd: Sjovar.fo)

2022-06-14 10:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjóvar kommuna hevur skrivað undir sáttmála við P/F Húsavarðartænastan, um bygging av einari frítíðarstovu til Sjóvar kommunu. 

Tað skrivar kommunan á heimasíðuni.

Eisini er ætlanin, at hølini skulu verða karmur um ungdómsvirksemi hjá Sjóvar kommunu. Bygningurin verður hitaður við jarðhita.

Sáttmálin bleiv undirskrivaður av Regin Petersen, stjóra í HVT, og Artur Johansen, borgarstjóra í Sjóvar kommunu.

Sáttmálaupphæddin er góðar 6,4 mió.kr. fyri umleið 300 fermetrar.

Orsøkin til íløguna er, at fólkatalið í kommununi økist altsamt, og tað ger tørvurin á tilboðum til børn og ung eisini. 

- Í september 2019 lótu vit 3 nýggjar vøggustovur upp, og mettu vit tá, at tað ikki fór at vera neyðugt at byggja út á barnaøkinum eina rúma tíð, men longu nú, minni enn 3 ár seinni, er barnatalið vaksið somikið, at tørvur er á at víðka um fermetrarnar og at gera umstøðurnar betri hjá teimum elstu børnunum, sigur Sjóvar kommuna.

Barnagarðsstovurnar á Lítlafløtti eru fullar, og  tí verður tilboðið í skúlabólkinum skipað í nýggju frítíðarstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder