Innanlands

Hvussu menna vit føroyskt kappingarføri í hesum broytingartíðum?

Alment og ókeypis tiltak hjá Eysturoyar Vinnulívsfelag verður í Løkshøll 30. mai klokkan 19

Tiltakið, ið er alment og ókeypis, verður í Løkshøll (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Tiltakið, ið er alment og ókeypis, verður í Løkshøll (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-05-29 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar mánakvøldið klokkan 19 til tríggjar fyrilestrar sum seta fokus á, hvørja ávirkan tað hevur á heimin, at tað er kríggj í Evropa. Hvørja ávirkan broytti heimurin hevur á føroysku vinnuna, hvørjar broytingar hetta viðførir, og hvørjar møguleikar ið broytta støðan gevur.

Talan er um eitt alment og ókeypis tiltak.

Fyrilestrarhaldarar eru hesir:

Dag Sletmo, leiðandi ráðgevi innan fiskivinnu í DNB, størsta bankanum í Noregi.

Dag fer at tosa út frá heitinum: “Ukreina, stagflasjon, deglobalisering – hva betyr det for den færøske industri?”

Framløgan hjá Dag nemur við hvussu ekstern viðurskiftir, so sum geopolitisk viðurskiftir, hava ávirkað og broytt laksa- og fiskivinnuna og marknaðirnar kring heimin. Hugt verður eisini uppá framtíðarútlitini nú inflatiónin er methøg.

Gorjan Nikolik, leiðandi greinari innan matvøruframleiðslu í Rabobank í Hollandi.

Gorjan fer at tosa út frá heitinum: “Market demands and consumer behavior on the salmon, seafood, and protein market”.

Hann fer at hyggja nærri eftir marknaðinum fyri proteinir, sjómat og laks. Hvussu ávirka tey hvønn annan og hvussu er brúkara atferðin á hesum marknaðum.

Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur og eigari av fyritøkuni Lóður.

Heiti á framløguni hjá Hera er: “Eru Føroyar viðkvæmar fyri broytingum?”

Heri fer at greiða frá hvussu rembingar hava ávirka føroyska búskapin og um tað ber til at siga nakað um útlitini.

Eftir fyrilestrarnar ber til at seta spurningar til fyrilestrarhaldararnar og at enda verður ein samanumtøka. Bergur Poulsen verður orðstýrari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder