Mentan

Far útum: Soleiðis slepst undan vetrartunglyndi

Ljós ávirkar okkum nógv meira, enn vit halda

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2018-12-22 17:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er vetur. Kalt og myrkt er uttanfyri. Tú ert troyttur og tungur í huga.

Kanska ert tú ein av teimum, ið verður raktur av vetrartunglyndi. Tað er ikki óvanligt hesa ársins tíð.

Sambært DR verða eini 5-10 prosent av dønum rakt av vetrartunglyndi.

Hetta er ein verulig sjúka, sum er viðurkend av læknum. Í USA hevur hon fingið navnið SAD, ið er ein stytting fyri Seasonal Affective Disorder.

Tað eru serliga fólk, ið liva í myrkara partinum av heiminum. Í eitt nú Alaska vísti ein kanning, at uml. 9 prosent av fólkinum vórðu rakt av vetrartunglyndi. Tó er vetrartunglyndi ein sjúka, sum er stórtsæð ókend í heitu londunum.

Ein frágreiðing er ljósið.

"Ljós ávirkar døgnrytmuna hjá okkum. Ljós ávirkar okkum nógv meira, enn vit halda," sigur Ida Hageman Pederen, sum granskar í vetrartunglyndi og er lektor á  universitetinum í Keypmannahavn.

Um vit t.d. halda okkum innandura ein heilan dag, verður døgnrytman hjá okkum órógvað.

Myrkrið ávirkar serliga hormonið melatonin, sum fyrst og fremst regulerar svøvn okkara, og sum ger, at vit sovna um kvøldið.

Fyri at sleppa av við vetrartunglyndi, hevur tað stóran týdning, at tú fer út í ljósið hvønn dag. Hetta eigur tú faktiskt at byrja við longu í september.

Tað er eisini umráðandi, at tú fer útum, eisini tá veðrið er grátt og keðiligt, tí har er enn uml. 10 ferðir so nógv ljós uttanfyri sum inni.

So tað stutta svarið er, far út við tær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder