Fróðskaparsetur Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at Erika Hayfield, saman við Mariah Schug, hevur givið eina grein út við heitinum: ‘It’s like they have a cognitive map of relations’: Feeling strange in a small island community. Greinin er í altjóða tíðarritinum Journal of Intercultural Studies, og hon snýr seg um, hvussu tilflytarar skapa sær tilknýti í einum smásamfelagi sum Føroyum.
Søguliga hava Føroyar verið eitt lutfalsliga homogent samfelag, og hóast tað er fyri broytingum, er tað framvegis væl meira homogent enn flestu londini kring okkum. Greinin viðger, hvussu hetta og tað, at Føroyar eru eitt lítið samfelag, hevur ávirkar hvussu tilflytarar fóta sær, tá teir koma til landið.
Greinin staðfestur, at tað er ein greiður munur, tá tað verður samanborið við størri samfelag, og serliga stórbýir, har ein er meira anonymur. Í føroyska samfelagnum eru netverkini og sambondini tøtt, og tilflytarar skilja seg út - eru týðiliga eyðmerktir - ofta við útsjónd og máli, men eins nógv tí tey ikki hava eina fortíð í netverkunum.
Á heimasíðuni hjá Setrinum stendur, at tilflytarar, sum hava búð í Føroyum í eina tíð, vísa á, at føroyska samfelagið er nógv broytt seinastu árini, og at økta tilflytingin hevur við sær, at alsamt fleiri ókend andlit eru at skoða í samfelagnum. Hetta, kann vera jaligt sambært tilflytaranum, men tí kann tað eisini skapa eina ávísa órógv millum summar føroyingar, tí fólk hava fyrr kent ella kunna eyðmerkt hvønn annan.
Greinin byggir á samrøður við tilflytarar úr 24 ymiskum londum. Hetta er partur av verkætlan um tilflyting til Føroya, har ein spurnarkanning eisini er gjørd millum føroyingar. Úrslitini av spurnarkanningini verða útgivin fyri seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald