Innanlands

Hýggjuskotið Naan breyð afturkallað

Nakrir av pakkunum við naan breyði við hvítleyki frá Coop eru hýggjuskotnir, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum mælir til, at vøran verður latin innaftur ella beint burtur

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2023-08-16 08:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Coop Danmark A/S afturkallar nú eitt slag av naan breyði við hvítleyki, sum er selt í føroyskum handlum.

Orsøkin er, at Coop hevur staðfest, at nakrir av pakkunum eru hýggjskotnir, og eru breyðini tí ikki egnað sum matvørur.

– Hýggj ella skimmulsvampar kunnu gera svampaeitur sum ikki eigur at verða etið harav nøkur sløg kunnu verða krabbaelvandi og skaða arvaanleggini, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum heitir á borgarar um at lata vøruna inn aftur, haðani hon er keypt, ella beina hana burtur.

Vøran, ið verður afturkallað:

Coop Naan brød med hvidløg 2 stk. í pakkunum
Nettovekt: 260 g
Best fyri: 08.11.2023
EAN-strikukota 7340011311768

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder