2021-01-16 10:23

Virkið Dagrofa Aps afturkallar nú eitt partí av Gestus lagkøkubotnum.
Orsøkin er, at vandi er fyri, at hýggj er í vøruni, sum eisini er selt í føroyskum handlum. Sostatt er hon ikki egna til matna.
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til, at tey, ið liggja inni við hesari vøru, lata vørurnar aftur, hagani tær eru keyptar, ella beina tær burtur.
Talan er um hesa vøru:
Gestus Lyse Lagkagebunde
Best fyri: 22/2-2021
EAN-strikukota 5 701410375416
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald