Innanlands

Hylurin á Landssjúkrahúsinum aftur í nýtslu mánamorgunin

Ábøtur eru gjørdar og í vikuni varð vatn fylt í aftur hylin

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2022-09-02 20:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hylurin á Landssjúkrahúsinum hevur verið stongdur vegna feriu í augustmánaða og letur upp aftur mánadagin 5. september. Hesum boðar Landssjúkrahúsið frá í kvøld.

Ábøtur eru gjørdar og í vikuni varð vatn fylt í aftur hylin.

Landsstýrismaðurin hevur í ár oyramerkt pening til fleiri viðgerðir í heittvatnshylinum á Landssjúkrahúsinum og starvsfólk er sett fyri játtanina

Hylurin hevur verið brúktur nakað gjøgnum árið, men við oyramerktu játtani, er møguleiki at gagnnýta hylin enn meira.

Øll tey, ið eru á bíðilista, sleppa framat, sigur Landssjúkrahúsið.

Viðgerðartilboðini í heittvatnshylinum eru við vegleiðing av fysio- ella ergoterapeuti ella øðrum útbúnum starvsfólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder