Innanlands

Í 2021 var tað at knúsa fakfelagsrørsluna - nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi gera í dag júst tað sama, sum tey í 2021 søgdu var at "knúsa fakfelagsrørsluna"

2023-11-02 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nærum púra ókeypis at siga mangt og hvat sum andstøðupolitikkari. Tá so man kemur í samgongu og fær ábyrgd, fær pípan eitt annað ljóð.

Soleiðis er hjá fleiri av núverandi samgongulimum. Í 2021 fór táverandi landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, Helgi Abrahamsen, í løgtingið við uppskoti um undantøk í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum.

Hetta er tað sama sum núverandi landsstýri ætlar at gera í sambandi við verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi løgdu Helga Abrahamsen undir at knúsa fakfelagsrøsluna.

Síggj videobrotið, sum Helgi Abrahamsen hevur lagt á Facebook:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder