Innanlands

Í ævir ung: Asta Højgaard syngur Bob Dylan

Steintór Rasmussen hevur týtt "Forever Young" til føroyskt, og í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Bob Dylan í vár varð sangurin tikin fram aftur og innspældur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-24 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið hevur unga sangkvinnan Asta Højgaard givið út nýtt lag.

Talan er um eina føroyska útgávu av "Forever Young" hjá Bob Dylan, sum Steintór Rasmussen hevur týtt til "Í ævir ung".

Tað er nakað síðani, at sangurin varð týddur men hann er tikin fram aftur í sambandi við 80 ára føðingardagin hjá Bob Dylan, sum var fyri kortum, sigur Asta Højgaard.

Erik Biskopstø hevur tikið upp vokal, og tónleikurin er upptikin í studio Bloch. Kim Hansen hevur lagt til rættis og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

Hetta er ikki fyrstu ferð, Asta Højgaard leggur rødd til eina týðing av einum gomlum klassikara. Í fjør innspældi hon eisini eina týska útgávu av sanginum "Kanst tú siga farvæl", sum Steintór Rasmussen hevur skrivað – Kannst du sagen lebewohl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder