Mentan

I am Greta í Filmsfelagnum

Nógv umrøddi heimildarfilmurin verðru sýndur í Havnar Bio í komandi viku

2020-11-26 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elsa Berg, sum er nývald í býráðið í Havn, fer at innleiða sýningina við nýggja svenska heimildarfilminum ”I am Greta” í Filmsfelagnum mikudagin 2. desember.

Nathan Grossman hevur verið í hølunum á Gretu Thunberg síðan hon fyrstu ferð fór í veðurlagsverkfall púra einsamøll á Mynttorget í Stockholm – og heilt til hon stardi heimsins politikarar beint í eyguni í New York og segði hin tiltikna setningin: ”How dare you?”.

Tað byrjaði fyri tveimum árum síðan, í august í 2018, tá 15-ára gamla Greta setti teim vaksnu ein einfaldan spurning: Um tit ikki hava áhuga í okkara framtíð her á klótuni, hví skal eg so hava nakran áhuga í at ganga í skúla?

Eftir tveimum mánaðum vóru orðini farin um allar geilar, og stríðið hjá teim ungu móti veðurlagsbroytingum var farið í gongd um allan heim. Og Greta, sum fyrr var ein fámæltur tannáringur við Aspergers syndromi, var á hvørjum munni, teirra millum Donald Trump og Emmanuel Macron.

Umframt hesa sýning í Filmsfelgnum kunnu skúlasýningar fyriskipaðast við at seta segi samband við Havnar Bio. 

[object Object]
Elsa Berg

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder