Innanlands

Í ár fara skógvaeskjurnar til ukrainsk børn

Í fjør lat Christmas Child Føroyar 3.372 eskjur til børn í Liberia, og í ár fara eskjurnar til ukrainsk børn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-07-17 16:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á hvørjum ári verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum gjøgnum Christmas Child. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar.

Í fjør fóru 3.372 eskjur úr Føroyum til treingjandi børn í Liberia, og í ár fara eskjurnar úr Føroyum til Ukraina og til flóttafólk haðani, sum eru í grannalondunum hjá Ukraina, skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðuna.

– Sum øllum kunnugt, so leikar herviligt kríggj í Ukraina, og eru liviumstøðurnar hjá ukrainum tí sera nógv broyttar til tað verra. Nógvir íbúgvar eru flýddir frá húsi og heimi antin til tryggari støð í Ukraina ella til onnur lond. Í ár fara skógvaeskjurnar úr Føroyum til Ukraina og til flóttafólk haðani, sum eru í londunum, ið hava mark móti Ukraina.

Seinasta freist at lata eksjurnar inn í ár er 30. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder