Uttanlands

Í august verður Oyrasundskollegiið almennar ungdómsíbúðir

Hetta merkir millum annað, at ábøtur fyri 190 milliónir verða gjørdar, og tað ger, at leigan fer 21 prosent upp. Áleið 25 prosent av íðbúðunum verða tøkar til kommununa at ávísa ávís fólk til, og tað hevur við sær, at bíðitíðin á bíðilistanum gerst longri

Mett verður, at umleið helvtin at íbúgvunum á størsta kollegiið í Norðurlondum eru føroyingar

Mett verður, at umleið helvtin at íbúgvunum á størsta kollegiið í Norðurlondum eru føroyingar

2019-12-10 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru beint yvir 1000 íbúðir á Oyrasundskollegiinum á Amager, ið varð bygt í 1969, og sum er tað størsta í Norðurlondum. Teir stóru gráu bygningarnir við teimum eyðkendu reyðu vindeygunum hava hýst eina rúgvu av føroyingunum seinastu 50 árini, og mett verður, at nakað undir 1000 føroyingar í løtuni búgva í teimum ymsu blokkunum, og at áleið helvtin av íbúgvunum eru føroyingar.

Kollegiið er átt av privatum, sum nú hava ynskt, at frá august verður Oyrasundskollegiið til almennar ungdómsíbúðir. Landsbyggefonden hevur góðkent hetta við tí kravið, at ein stór ábót verður gjørd á vindeygu og vatnrør fyri 190 milliónir krónur. Hetta er komið ígjøgnum í kommununi. Tað skrivar minby.dk

Ábøturnar verða gjørdar í komandi árinum, og eftir at tær eru lidnar fer leigan á ØK upp við 21,3 prosentum. Ein ungdómsíbúð við einum rúmi (32 fermetrar) fer frá 2.472 til 3.000 krónur um mánaðin.

Tað er ikki heilt vist, um hvussu reglugerðin fer at verða, viðvíkjandi tí um ein skal vera lesandi ella ikki fyri at búgva á kollegiinum, men í høvuðsheitinum er tað vanligt, at ein skal vera lesandi fyri at búgva í einari ungdómsíbúð.

Broytingin merkir, at Socialforvaltningen fer at hava møguleikan at ávísa eitt ávíst tal av íbúðum til fólk, ið mangla íbúð: Fólk ið millum annað hava fingið integrasjónsveiting, kontanthjálp, fyritíðarpensjón og sjúkradagapengar í eina tíð. Ung í hesum málbólkunum hava mangla hóskandi íbúðir í eina tíð og fara at fáa fyrsta rætt til eitt ávíst prosenttal av tøkum íbúðum á Oyrasundskollegiinum - væntandi er tað áleið 25 prosent. Tað er fyrisitingin hjá Københavns Kommune, ið skal standa fyri hesum.

Hetta merkir ikki, at núverandi íbúgvar verða tveittir út, men at tað verður dýrari at búgva á stóra bústaðnum á Amager, og at tað verður allarhelst longri tíð á bíðilista hjá føroyingum og øðrum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder