Innanlands

Í bygdarráðnum í næstan 10.000 dagar

Arni Teindal hevur sitið í kommunustýri í 27 ár, júst helvtina av lívi hansara

Arni Teindal (Mynd: Við Tórði á túri)

Arni Teindal (Mynd: Við Tórði á túri)

2024-04-19 10:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í dag havi eg sitið í 27 ár og tríggjar og ein hálvan mánað, ella 9.969 dagar, í Fámjins bygdarráð.

Tað skrivar Arni Teindal, bygdarráðslimur í Fámjin, á Facebook í gjár.

Hetta merkir, at hann hevur sitið júst helvtina av lívi hansara, í bygdaráðnum.

- Ikki er bygdin tann størsta, man tað hevur tó verið framúr áhugavert at verið við til at stýra hesi fantastisku bygd, saman við nógvum góðum og áhugaðum fólkum, sigur hann.

Arni Teindal fekk 20 atkvøður og harvið 27 prosent av atkvøðunum í Fámjins kommunu á kommunuvalinum í 2020. Hann gjørdist næstvaldur á listanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder