Uttanlands

Í dag blokeraðu tey fíggjarmálaráðið

Samiskur ungdómur heldur áfram við sínum mótmælum uttan fyri norskar stjórnarskrivstovur í Oslo

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-02-28 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aftur í dag hevur løgreglan í Oslo verið á eini ráðharraskrivstovu fyri at flyta mótmælisfólk burtur.

Talan er um ungdóm, fleiri teirra av samiskum uppruna, sum mótmæla, at norska stjórnin ikki hevur gjørt sambært einum hægstarættardómi, sum fyri meira enn 500 døgum síðani dømdi tvær vindmyllulundir á Fosen í Trøndelag fyri at vera ólógligar, tí tær forða samum av útinna teirra aldargomlu mentan. Økið har vindmyllurnar standa er gamalt reinsdjórabeiti hjá samunum.

Í gjár flutti løgreglan mótmælisfólkini burtur frá inngongdini til olju- og orkumálaráðið í stjórnarbýlinginum í Oslo, regjeringskvartalet. Í dag var tað fíggjarmálaráðið, sum fekk vitjan av mótmælisfólkunum, ið stillaðu seg fyri inngongdina og boðaðu frá, at tey høvdu í kvittanum at forða norsku stjórnini at virka.

Løgregluovastin í Oslo sigur við NRK í morgun, at áheitanir frá løgregluni um at flyta seg burtur ikki høvdu nakra ávirkan á ungdómin, og tí fór løgreglan í gongd við at bera fólkini burtur frá fíggjarmálaráðnum.

Tað eru felagsskapirnir ‘Natur og Ungdom’ og ‘Norske Samers Riksforbund Nuorat’, sum hava skipað fyri mótmælistiltøkunum, og tey fáa stuðul frá svensku veðurlagsstríðskvinnuni Greta Thunberg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder