Innanlands

Í dag byrjar SkíggjaSunn

Umleið 7000 fólkaskúlanæmingar, 2600 miðnámsskúlanæmingar, 100 næmingar á eftirskúlum og háskúlum - og ein rúgva av arbeiðsplássum og kommunum eru við í átakinum, nú vit enn einaferð leggja dent á at vera SkíggjaSunn.

2026-10-19 12:30 Author image
Innsent
placeholder

Hesa komandi vikuna leggja vit á ymsan hátt dent á vandar, avbjóðingar og óvanar við skíggjunum. Tí skíggjarnir eru komnir fyri at vera - men vit mugu støðugt eftirmeta, hvussu vit nýta teir. Er nýtslan skynsom? Ella verða vit drigin við, so vit missa tamarhaldið?

Plakatir við góðum ráðum verða lætnar øllum luttakandi til áminningar og íblásturs, og verða komandi vikuna hongdar upp kring landið.

Evni, sum annars kunnu takast upp hesa komandi vikuna, eru til dømis:
1) Skíggin, svøvnurin og heilin – hvussu ávirkar skíggin okkum?
2) Hví er so trupult at leggja telefonina frá sær
3) Perfekta lívið á skíggjanum
4) Hvør er í hinum endanum?
5) Tá ið barnið fær trupulleikar á netinum
og komandi viku, tá ið Nærveruvikan verður, verður evnið
6) Meira nærvera - minni skíggi.

Hesa vikuna leggja vit dent á at vera SkíggjaSunn. Leygardagin sløkkja vit saman við Heilsustýrinum – og komandi viku, sum er Nærveruvikan, leggja vit telefonina oftari til viks - serliga tá ið vit eru saman við øðrum.

Eitt gott prei er eisini at nýta høvið at fara í Havnar Bio til filmin ”The Social Reckoning”. Hann er eitt hugvekjandi og ræðandi innlit í, hvussu vit brúkarar eru vøran hjá Big Tech.

Endamálið við SkíggjaSunn og Nærveruvikuni er at fáa allar føroyingar at umhugsa sínar skíggjavanar – og óvanar.

Betri Trygging

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder