2024-03-02 12:25
Í dag hevur Føroya Pedagogfelag aðalfund á Hotel Føroyum, har tað m.a. verður greitt, hvør skal standa á odda fyri felagnum komandi trý árini.
Sitandi formaðurin, Jógvan Philbrow hevur verið í sessinum, síðan hann varð valdur fyrstu ferð í 2015, og er hann afturvaldur tvær ferðir uttan mótvalevni. Men í ár verður hann bjóðaður av av Sannu á Løgmansbø, leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn.
Umframt val av forfólki, skulu fólk eisini veljast í nevndina og tey trý ráðini í felagnum, Námsfrøðingaráðið, Leiðararáðið og Hjálparfólkaráðið.
Limir felagsins hava atkvøtt talgilt í tíðarskeiðnum 14. februar til 1. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald