Innanlands

Í dag er Altjóða Barnarættindadagur

Í hesum sambandi fer Barna- og ungdómsráðið at handa Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir og Kaj Leo Holm Johannesen eitt tilmæli, sum tey saman við børnum úr øllum Norðanlondum orðaðu á eini altjóða ráðstevnu í Danmark í januar

Tiltakið verður í Smæruni

Tiltakið verður í Smæruni

2020-11-20 11:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er Altjóða Barnarættindadagur. Í hesum sambandi fer Barna- og ungdómsráðið at handa Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinnu í almannamálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, norðurlendskum samstarvsráðharra, eitt tilmæli, sum tey saman við børnum úr øllum Norðanlondum orðaðu á eini altjóða ráðstevnu í Danmark í januar í ár.

Ráðstevnan varð hildin í samband við, at tað í fjør vóru 30 ár liðin, síðani Barnarættindasáttmálin varð samtyktur. Undir ráðstevnuni varð eitt tilmæli orðað, sum norðurlendsku Barna- og ungdómsráðini fara at handa sínum avvarðandi politikarum á Altjóða Barnarættindadegnum.

Vegna Covid-19 verður tiltakið, sum verður í Smæruni klokkan 12, avmarkað við luttakarum.

Umframt Kaj Leo Holm Johannesen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, luttaka eisini Løgtingsins Umboðsmaður, sum eisini er Barnaumboðsmaður, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, umframt nøkur umboð úr Løgtinginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder