Uttanlands

Í dag er altjóða mótmælisdagur móti 5G

Tiltøk verða fyrireikað í í minsta lagi 31 londum, og fleiri tiltøk verða í Norðurlondum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-01-25 11:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttúruvísindafólk og læknar úr 202 londum og landaøkjum hava undirskrivað áheitanina, sum verður latin landastjórum kring heimin. Evnið er "Jørðin verður erbylgjustrálað".

Í yvirlísing frá STOP5Ginternational.org stendur soleiðis:

Meðan áhugin í fjølmiðlunum fyri umhvørvisspurningum hevur snúð seg um veðurlagsbroytingar, útvinning av olju úr fløgugróti og plast í høvunum, hevur altjóða áheitan um at steðga 5G á jørðini og í rúmdini stillisliga gingið leið sína runt verðina.

4.800 náttúruvísindafólk, 2.800 læknar, 770 býfluguhaldarar, 2.000 umhvørvisfelagsskapir og 180.000 onnur fólk úr 202 ymsum londum og landaøkjum hava skrivað undir hesa áheitan, sum heitir á landastjórnirnar í heimsins londum um at steðga uppsetingini av 5G.

Í løtuni eru umhvørvisfelagsskapir í ferð við at skipa fyri tiltøkum í 31 høvuðsstøðum 25. januar.

Málið er at steðga uppsetingini av milliónum av 5G-antennum á jørðini og 50.000 fylgisveinum í rúmdini og at fáa trygd fyri kreppufundum á høgum stigi við
stjórnarembætisfólk og stýrini fyri altjóða felagsskapum íroknað ES, Sameindu Tjóðir og WHO, altjóða heilsustovnin undir ST.

Málið er erbylgjustráling (mikrobylgjustráling), sum er økt støðugt í meira enn tvey áratíggju takkað verið tráðleysu kollveltingini. 5G fer at økja strálingina ógvusliga, frá einum degi til annan so at siga, allastaðni – í býum, útjaðaraøkjum, viðarlundum, friðaðum náttúrulendi, tjóðarparkum, høvunum, í Grønlandi og á Antarktis.

Sum er, eru nakrir kilometrar millum hvørja fartelefonmast, men við 5G verða smáar, men kraftamiklar antennur uttan fyri triðjahvørt til fimtahvørt sethús. Umframt teir 2.000 fylgisveinarnar, sum eru í ringrás um jørðina, verða um stutta tíð 50.000.

Millum teirra, sum skipa fyri tiltøkum 25. januar 2020, eru fólk, sum longu hava fingið so mikið álvarsligan skaða av tráðleysum tólum, at tey als ikki kunnu taka lut í samfelagnum longur. Tey stríðast fyri lívi sínum, lívinum hjá børnunum, fyri skordýrum, fuglum, djórum og okkum øllum.

Einki mótmælistiltak í Føroyum er skrásett, men í hinum Norðurlondunum eru fleiri. Í Danmark verða tíggju, í Noregi átta og í Svøríki seks.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder