Innanlands

Í dag er altjóða parkinsondagur

Seinastu árini hava ímeðal 20 føroyingar um árið fingið staðfest parkinson, og í dag liva 146 fólk í Føroyum við sjúkuni

(Mynd: Parkinsonfelagið)

(Mynd: Parkinsonfelagið)

2022-04-11 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, 11. apríl, er altjóða parkinsondagur.

Parkinson er tann skjótast vaksandi neurologiska støðan í heiminum í dag. Parkinson hevur 40 sjúkueyðkenni frá pínu og stívheit, til svøvntrupuleikar og mentalar heilsutrupuleikar. Hvørt einasta fólk hevur síni egnu uppliving, samanseting av sjúkraeyðkennum og tilgongd til parkinson.

Síðan 2017 hava ímeðal 20 føroyingar um árið fingið staðfest parkinson, og í dag liva 146 fólk í Føroyum við parkinson, sigur Parkinsonfelagið, sum í sambandi við dagin hetir á fólk um at stuðla felagnum.

– Tað verður stór orka brúkt til gransking og sterkar ábendingar eru um, at tað sum vit í dag diagonosiera sum “parkinson” í veruleikanum umfatar fýra ymiskar heilasjúkur. Hetta samsvarar eisini við, at sjúkraeyðkennini hjá fólki við parkinson eru so ymisk. Granskarar eru samdir um, at nýggj og munagóð viðgerð fyri Parkinson er væntandi longu í nærmastu framtíð, men neyðugt er, at vit stuðla og hjálpa granskarum so vit allatíðina stevna móti málinum, skrivar Parkinsonfelagið.

Bíðitíðin hjá parkinsonsjúklingum ov long

Felagið sigur, at bíðitíðin á medisinska deplinum hjá fólki, sum nýliga hava fingið staðfest parkinson, at koma í viðger er fimm - seks mánaðar.

– Talið av neurologiskum sjúklingum er sum heild vaksið, og tað viðførur at alsamt fleiri sjúklingar krevja uppfylging.  Áðrenn korona tiltøkini vóru sett í verk, var bíðitíðin at koma í viðgerð fyri parkinson, komin niður á tríggjar mánaðar.

– Tað er ein sannroynd, at læknaliga tænastan sum føroyska heilsuverkið veitir, er treytað av útlendskum konsulentum. Í tíðarskeiðinum við korona hava onkrar konsulent vitjanir verið avlýstar og hetta hevur í tíðarskeiðum elvt til longri bíðitíðir. Sum heild fáa fólk, sum eru í viðgerð fyri parkinson, eina serlæknaviðtalu um árið, sum er á leið tann sama sum í Danmark.

Føroysk granskingarverkætlan

Ein umfatandi føroysk parkinson granskingarverkætlan er eisini farin av bakkastokki
Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetri Føroya stendur á odda fyri verkætlanini ”Mikrobiom og Parkinson sjúka”.

Maria greiðir soleiðis frá verkætlanini:

– Tær óteljandi bakteriurnar, sum eru í okkara kroppi, gera annað og meira enn bert at sodna okkara mat. Gransking bendir á, at bakteriurnar í tarmum okkara eru í beinleiðis sambandi við heilan, og at javnvágin millum góðar og minni góðar bakteriur kann hava ávirkan á sjúkur, m.a. Parkinson sjúku.

– Endamálið við hesi verkætlan er at kanna, um persónar, sum hava Parkinson sjúku, hava aðra bakteriu samanseting enn fólk, sum ikki hava sjúkuna. Eisini vilja vit kanna, um/hvussu parkinson heilivágur ávirkar tarmflora’ina. Við hesi kanning vænta vit at fáa nýggja vitan um orsøkir til, at ein fær Parkinson sjúkuna; vitan, sum við tíðini vónandi kann viðføra nýggja, betri viðgerð til frama fyri sjúklingarnar.


– Í oktober 2021 var neurologurin Sára Beck í Føroyum og endurkannaði luttakarar og hon verður aftur áðrenn summar. Í apríl/mai fer kanningin av tarmbakterium hjá Parkinson sjúklingum í gongd, sum m.a. Parkinsonfelagið hevur fíggjað. Parkinson sjúklingar fara tí í næstum at fáa innbjóðing at luttaka í hesum partinum av verandi gransking og eisini fara vit at bjóða nýggjum sjúklingum við.

Parkinsonfelagið stuðlar føroysku granskingarverkætlani peningaliga.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder