2019-10-10 15:10
Í dag, 10. oktober er altjóða sálarheilsudagur.
Fyrstu ferð skipað varð fyri hesum degi var í 1992, og seinastu árini hevur hann eisini verið hátíðarhildin í Føroyum.
Í ár er einki undantak, og hevur vikan verið merkt av ymsum tiltøkum um sálarligu heilsu.
Í dag verður m.a. skipað fyri sálarheilsutiltaki í Østrøm í Havn, har ymisk upplegg verða á skránni. Hetta tiltakið verður eisini stroymað úr høllunum hjá "Gloym meg ei" í Klaksvík.
Øll skráin fyri "Sálarheilsuvikuna" sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald