Uttanlands

Í dag er "Earth Overshoot Day"

Í dag hava vit brúkt alt tilfeingið, sum Jørðin megnar at endurskapa í 2023

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-08-02 13:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er sonevndur "Earth Overshoot Day". Tað er heitið á degnum, tá heimsins íbúgvar hava brúkt alt tað tilfeingið, sum Jørðin megnar at endurskapa uppá eitt ár.

Hetta merkir, at heimurin hevur fiskað so mikið av fiski, felt so nógv trø, og brúkt so nógv vatn, sum náttúran klárar at endurskapa í ár.

Felagsskapurin WWF vísir á, at einkultar broytingar kunnu flyta hendan dagin til seinni á árinum. Minkast skal um matoyðsl, klæðir skulu brúkast í longri tíð, og ein størri partur av orkunýtsluni skal koma frá varandi orkukeldum.

Seinastu fimm árini hevur "Earth Overshoot Day" verið um mánaðarskiftið juli/august. 

Til samanberingar kann nevnast, at "Earth Overshoot Day"  i 1971 var 25. desember, í 1981 var hann 20. november, í 1990 var hann 18. oktober, og í í 2000 var hann 17. september, skrivar heimasíðan overshootday.org.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder