Uttanlands

Í dag er forsetaval í Bolivia

Valið í fjør elvdi til at ófrið í landinum, og sitandi forsetin mátti leggja frá sær og rýma av landinum – Nývalið hevur verið útsett fleiri ferðir orsakað av korona

Sitandi forsetin, Jeanine Añez, sum varð útnevnd til fyribils forseta í fjør, stillar ikki upp til valið (Mynd: EPA)

Sitandi forsetin, Jeanine Añez, sum varð útnevnd til fyribils forseta í fjør, stillar ikki upp til valið (Mynd: EPA)

2020-10-18 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er forsetaval í Bolivia. Talan er um eitt nýval, sum fólkið spent hevur bíðað eftir, síðan valið seinasta heyst elvdi til ófrið í landinum.

Á valinum 20. oktober 2019 varð táverandi forsetin, Evo Morales, lýstur sum vinnari av valinum, men nógv vóru sannførd um, at hann hevði framt valsvik.

Tað endaði við, at Evo Morales, sum hevði verið forseti síðan 2006, legði frá sær og leitaði sær friðskjól í Meksiko og síðani í Argentina.

Andstøðupolitikarin, Jeanine Añez hevur verið virkandi forseti síðan november 2019.

Upprunaliga skuldi nývalið vera í mai, men orsakað av korona varð tað útsett til september og síðani oktober.

Evo Morales ynskti at stilla uppaftur til valið, men bæði valnevndin í Bolivia og ein dómstólur hevur noktað honum tað.

MAS, flokkurin hjá Morales, stillar tó framvegis upp til valið. Luis Arce, valevnið hjá teimum er sambært meiningakanningum favorittur at vinna valið.

Ein annar favorittur er Carlos Mesa, fyrrverandi forseti og mótstøðumaðurin hjá Morales til seinasta valið í 2019.

Um einki valevni fær meira enn 50 prosent av atkvøðunum, ella fær 40 prosent og í minsta lagi tíggju prosent meira enn næsta valevnið, verður skipað fyri enn einum forsetavali millum tvey tey best umtóktu valevnini.

Jeanine Añez stillar ikki upp.

Umframt ein forseta, skal fólkið í Bolivia eisini velja ein varaforseta og 166 kongresslimir, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder