Uttanlands

Í dag er Kyndilsmessa

Dagurin er til minnis um, tá Maria var í templinum 40 dagar eftir Jesu føðing.

2019-02-02 11:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. februar hevur síðani 4. øld verið hildin sum Kyndilsmessa. Talan er um eina mariumessu. Tað er frásøgnin í Lukasevangelinum, kapitil 2, vers 22-40, har 
Maria Moy var í halgidóminum 40 dagar eftir føðingina, sum er sentral. Tí er Kyndilsmessa 40 dagar eftir jól.

Tað var vanligt hjá jødunum, at hetta var gjørt sum ein reinsan eftir føðing, og tá varð Jesus eisini vælsignaður av Símeon, ið kallaði Jesus ljósið. Vanligt var, at reinsanin hjá Mariu varð hátíðarhildin við at tendra ljós og kyndlar. Hetta fyri at minnast hana og barnið. Latínska navnið er missa(messa) candelarum(ljós).

Kyndilsmessa er í roynd og veru ein heiligdagur, og tað er ymiskt hvussu hann verður hildin. Tað er serliga í katólsku kirkjuni, at nógv verður gjørt burturúr degnum, har fólk m.a. koma í kirkjurnar og tendra ljós. 

Dagurin skilmarkar eisini veturin, við tað at nú er komið í helvt. 2. februar liggur mitt ímillum 1. november og 1.mai, ið kann roknast sum vetrarhálvan. Hetta var fyrr nógv hátíðarhildið í eitt nú Danmark.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder