Fríggjadagurin var vátur, men veðrið var í aðrar mátar gott og mongu og væl hýrdu festivalgestirnir fingu eina uppliving fyri lívið við einastandandi tónleiki og eini eldsýning, vit ikki hava sæð á tónleikafestivali heima á klettunum áður.
Nú stendur leygardagurin, seinasti dagurin og stóra finalan, fyri framman og í dag verður m.a. borðreitt við íslendska hövuðsnavninum Of Monsters and Men, Teiti, ið fer at spæla Poetry and Airplanes, Swangah og sýriska brúðarsangaranum Omar Souleyman.
Sí eisini: Myndir: Fríggjakvøld á G! festivalinum
Sí eisini: Men størst av øllum er Eivør
Dagurin byrja við kirkjugongd í Fjósinum og tekno joga á sandinum. Beint eftir kirkjugongdina fer stóra barnatiltakið hjá Angelu og Hannibal við mongum framførslum og skattaveiðu í gongd. Síðani ein røð av pallborðsprátum í Fjósinum, har bæði kvinnur í tónleiki og føroyska tónleikainnrásin í Íslandi vera vend.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Kl. 16 verður ókeypis matur á Sandinum, afturvið byrja Spælimenninir tónlistarligu skránna fyri dagin. Kl. 17 fer svenska Alice Boman á pallin á Spæliplássinum, og síðani koyrir tað tætt.
Teitur, Jógvan, Nelly Moar (Noregi), føroyskur dansur, sjórænara- og sjómansvísusangararnir The Longest Johns úr Stóra Bretlandi, norska Ash Olsen, og Konsörn eru á skránni.
Høvuðsnavnið, Of Monsters and Men úr Íslandi fer pallin á sandinum kl 22.45 og sýriski Omar Souleyman á Spæliplássið á midnátt. Eftir midnátt er møguligt at uppliva norsku Aiming for Enrike og Silent Disco Club, Swangah, Playmo og til endans üBERNöRD, sum endar festivalin kl. 03.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald