Tað er kent sum tjóðarhátíðin í USA. Thanksgiving er ein siðvenja og ein dagur sum eingin annar í risastóra landinum í Norðuramerika. Evropearar kenna tað millum annað ígjøgnum aerikanskar sjónvarpsrøðir, ið tær flestu hava nakrar partar ið fara fram, tá Thanksgiving er.
Tað er nakað av kjaki í USA um upprunan. Summir granskarar vísa á, at tað eru spaniólar, ið komu við tí í 1500-talinum, men tað er ein breiðari semja millum søgufrøðingar um, at ensku puritanararnir sum fóru úr Onglandi, pílagrímarnir, tóku hátíðina við sær. Hon hevur røtur í kristindóminum, og snúði seg millum annað um at takka fyri eitt gott heyst.
Í USA er søgan, at í 1619 helt nýggja fólkið úr Ongland eina "Thanksgiving" í Virginia. Hetta var tí, at pílgrímarnir vóru komnir tryggir uppá pláss, og hetta skuldi hátíðarhaldast hvørt ár. Tað sum er meira kent, er at í 1621 fegnaust pílgrímarnir saman við teimum inføddu amerikanarunum (indiánunum) um eitt gott heyst, og tilflytararnir takkaðu fyri hjálpina, ið tey innføddu høvdu veitt teimum ígjøgnum veturin.
Dallas Cowboys er kent sum "America's Team", og hevur í kvøld heimavøll móti Buffalo Bills. Lions taka ímóti Bears (Mynd: EPA)
Ígjøgnum 1600-talið gjørdist tað fast at halda hátíðina, og seinasta hósdag hvønn november mánað verður Thanksgiving hildið í í USA. Kalkun er á matskránni, familjan kemur saman, og í sjónvarpinum er amerikanskur fótbóltur frá klokkan 13 og fram ímóti midnátt. Detroit Lions og Dallas Cowboys hava altíð heimavøll á stóru hátíðini - "Family, Food and Football"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald